Føroya Læraraskúli

Í heimastýrislógini frá 1948 er tilskilað, hvørji sermál (listi A), »verða flutt til føroyska heimastýrið ella seinni verða flutt til tess eftir ynski heimastýrisins ella ríkisstjórnarinnar.


 

Verandi landstýri hevur fráboðað, at arbeitt verður við at flyta tey skúlamál, sum enn eru á lista A, til heimastýrið.

Millum tey mál, sum ikki enn eru flutt til heimastýrið, er Føroya Læraraskúli.

Skúlin hevur tey mongu ár, hann hevur virkað, fingið neyðuga fígging beinleiðis frá »undervisningsministeriet« í Keypmannahavn, men frá 1. januar 1988 at rokna varð fíggingin beind í blokkin, sum er at finna undir § 20: Inntøkur í fíggjarløgtingslógini.

Í »Lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre på undervisningsområdet (Omlægning af statsrefusioner m.v. til bloktilskud«) frá 18., november 1987 er tilskilað:

»§ 1. Undervisningsministeriet yder årligt et tilskud til Færøernes hjemmestyre på 157.225.000 kr. (1987-prisniveau).

§ 2. Tilskuddet reguleres årligt med en procent, der fastsættes på finansloven.

Stk. 2. Undervisningsministeren kan efter forhandling med hjemmestyret og med Finansudvalgets tilslutning ændre tilskuddets størrelse, hvis der sker væsentlige ændringer i de forudsætninger, der har ligget til grund for til tilskuddets fastsættelse«.

Samsvarandi fylgiskjølum til nevndu lóg eigur Føroya Læraraskúli 8.237 mió. av játtanini til skúlaverkið uppá 157.225 mió., og við tí undir § 2 nevndu árligu regulering er læraraskúlans partur øktur til uml. 11 mió., sum hevur staðið óbroytt síðan 1998.

Skeita vit so í landskassans roknskapir 1998-2000 síggja vit, at læraraskúlin hevur fingið fylgjandi løgtingsjáttanir:


1998 11.8 mió.

1999 11.9 mió

2000 12.1 mió.

35.8 mió.


Av hesum hevur blokkurin goldið (3 x 11 mió) ca 33.0 mió

Landskassin lagt út ca 2.8 mió.


Omanfyri nevndu § 2 in mente, og so tað sum nú alment er komið fram í okkara fjølmiðlum, gevur okkum orsøk til at spyrja:


1) Hevur landsstýrið haft samráðingar við »undervisningsministeriet« um at »ændre tilskuddets størrelse til Færøernes Seminarium«, av tí at »væsentlige ændringer« eru hendar síðan 1. januar 1988?


2) Hvørja lóg hava vit, sum gevur løgtinginum og tess fíggjarnevnd heimild til at játta donskum stovni, Føroya Læraraskúla, rakstrarpening havandi í huga, at játtanir til skúlan hava støði í blokkinum frá ríkiskassanum?


Dámligt hevði tað verið, um landsstýrismaðurin við skúlamálum kundi svarað upp á hesar fyri skattaborgaran viðkomandi spurningar.