Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Søkt er um eitt loyvi saman við øðrum oljufeløgum. Talan er um eina nýggja leitirundu í Norskahavinum og Barentshavinum, har tað finnast stór øki, sum ongantíð eru kannað fyrr.
Tað krevur sera nógv av einum felag at fáa loyvi at søkja um leitiloyvi í norskum øki. Sambart yvirliti yvir umsøkjarar frá norska Olje- og Energidepartementet er føroyska oljufelagið á listanum yvir feløg, sum hava fingið loyvi at søkja.
Nils Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni váttar, at felagið er góðkent av norskum oljumyndugleikum sum kvalifiseraður umsøkjari. Hann sigur, at tey í felagnum hava eisini gjørt eitt sera stórt fyrireikingararbeiði í sambandi við 19. leitiumfarið. Krøvini til nýggj feløg, sum vilja leita eftir olju og gassi á norska landgrunninum, eru sera strong. Eitt nú skal eitt felag hava skrivstovu í Noregi og hava í minsta lagi 8 fólk í arbeiði har í seinasta lagi eitt ár eftir, at felagið hevur fingið leitiloyvi.
Uppá fyrispurning hví felagið nú eisini vil víðka sítt virksemi til norskt øki sigur Niels Sørensen, at hetta er ein náttúrligur partur av menningini av felagnum, og tí at stórir partar av norska landgrunninum eru lítið kannaðir. Eisini verður millum serfrøðingar mett, at góðir møguleikar eru at gera nýggj fund í norskum øki, hóast oljuvinnan hevur verið virkin har í meira enn 30 ár.
-Vit miðja ímóti at spjaða váðan til so nógv ymisk øki sum til ber, men har vit eru við eru vit eisini við fullari styrki sigur hann og sipar við hesum til, at felagið hevur bygt upp eina ekspertisu á flestu økjum innan oljuleiting, og tað er henda ekspertisan, sum nú kemur felagnum til góðar, nú tað er góðtikið (prekvaliserað) at vera partur av leitingini á norskum øki eisini.
Norska økið verður vanliga býtt upp í tríggjar partar: Norðsjógvurin, Norskahavið og Barentshavið. Nils Sørensen vil ikki í løtuni siga nakað um, hvar tey hava søkt um leitiloyvi. Umsóknirnar til 19. rundu skuldu vera latnar inn innan 15. november. Loyvini verða latin í fyrsta ársfjórðingi 2006.
At so stórur áhugi er fyri leiting á djúpum vatni í Norskahavinum kann eisini óbeinleiðis fáa týdning fyri leitingina við Føroyar. Leitað verður m.a. í økjum, sum minna ikki sørt um føroysku undirgrundina. Eisini verður tøknin ment til at leita á djúpum vatni, nakað, sum eisini kann koma leiting við Føroyar væl við.
Millum hini feløgini, sum hava søkt, eru Statoil, Shell, BG, Eni, Amerada Hess, Chevron, ConocoPhillips, Dong, Total, Lundin, Norsk Hydro, Talisman Energy, Idemitsu Petroleum, Marathon Oil og Premier Oil.
Norskir myndugleikar eru sera fegnir um stóru undirtøkuna fyri 19. útbjóðing. Meðan tað her eru 24 umsøkjarar, var talið í 18. útbjóðing 18 og í 17. útbjóðing 13. So hóast nógvir brunnar eru boraðir á norskum øki, so meta oljufeløgini framvegis, at tað finnast stórar olju- og gassgoymslur í undirgrundini. Og hesar kunnu so eftir øllum at døma eisini føroysk oljuáhugamál vera partur av.
Sera virkið felag
Nú føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni eisini er farið at vísa norska landgrunninum ans, er rætt at hyggja at, hvussu virkið felagið annars er um okkara leiðir. Faroe Petroleum hevur í dag tilsamans 14 leitiloyvi í føroyskum og bretskum øki. Tey 10 eru í bretskum øki, harav felagið er fyristøðufelag í 6 loyvum. Av teimum 4 loyvunum á føroyska landgrunninum er Føroya Kolvetni fyristøðufelag í tveimum loyvum.
Føroya Kolvetni arbeiðir í løtuni við at tulka seismiska kanningartilfarið tað fekk til vega í Føroyum í summar. Her er serstakliga talan um loyvi 12, heilt suðuri móti markinum. Kanningar og tulkingararbeiði komandi árið verður avgerandi fyri, um felagið metir vánir verða fyri at fara undir at bora í næstu framtíð.