Í mongum bygdum í Føroyum eru, ella hava verið, svimjihylar í áum, har byrgt er fyri, so ein hylur verður, har til ber at svimja.
Í Mykinesi er ein slíkur hylur, sum verður nógv nýttur, serliga summarhálvuna.
Hesin hylur sigst eisini vera Føroya fyrsti svimjihylur.
Har stóð einaferð eitt hús, sum hevði skiftirúm til svimjandi gestirnar, men bert eini endaveggurin hevur staðið uppi seinnu árini. Húsið varð tikið niður fyri eini 30 - 40 árum síðani.
Men nú eru fólk í Mykinesi í gongd við at stoypa húsini uppaftur. Tað eru fólk í Mykinesi, og Bygdafelagið Súlan, ið hava tikið seg saman um at fáa húsini uppaftur.
Á FB vanganum hjá bygdafelagnum Súluni stendur at lesa: Fyrsti svimjihylur í Føroyum var stoyptur í Mykinesi í 1927 niðan fyri lítla foss í ánni, sum rennur í gjøgnum bygdina . Kendi Lærarin Poul N.Pedersen var sera ítróttarhugaður og setti hetta í verk. Hann helt eisini ítróttarstevnu í Mykinesi.
Á myndini eru menn í fer við at stoypa, og innsetta myndin er gomul mynd, ið vísir húsini, sum tey stóðu.
(Mynd: D. Olsen)