Gryden í Esbjerg verður í ár karmur um ein føroyskan tónleikafestival.
– Serføroyski hugnin verður í hásæti, og vit fara at hoyra nógv av tí besta, ið kemur frá føroyska tónleikapallinum. Vit fara skjótt at kunngera røddirnar, ið fara at undirhalda okkum, skriva fyrireikararnir á Facebook.
– Gleðið tykkum til at syngja føroyskar sangir við føroyskum tónleikarum og kendum føroyskum røddum, skriva tey.