Kappingin um Føroya feitastu bilar 2017 er byrjað. Hetta er triðja árið, at sølumiðstøðin SMS skipar fyri hesi kapping. Eins og undanfarin ár eru tað Sofus, Maggi og Óli, sum eru dómarar.
Myndirnar av bilunum verða lagdar út á Facebook, og dómararnir velja síðan seks favorittar, sum verða sýndir fram á torginum. Eisini verður møguleiki hjá vitjandi í SMS at atkvøða, meðan bilarnir standa á torginum.
- Tey, sum atkvøða, eru við í kapping um at vinna eina ferð fyri tvey til Formel 1 í Belgia. Seinasta freist at senda myndir inn til kappingina er fríggjadagin 9. juni.
Fyrireikararnir siga, at bilarnir koma á torgið mánadagin 12. juni og standa alla vikuna. Leygardagin 17. juni verður finalan saman við ein stórum tiltaki í sølumiðstøðini.