Føroya Ellisakfør gevur bilasøguna út í bók

Virkna felagið, Føroya Ellisakfør, arbeiðir við at geva føroysku bilasøguna út í bók. Í hesum sambandi hevur felagið givið út faldara um virksemi felagsins

Á limafundi í 1995 samtykti Føroya Elissakfør at fara undir verkætlan at geva føroysku bilasøguna út í bók. Ein søgubólkur varð settur at savna tilfar, og hevur hetta arbeiðið gingið støðugt framá síðani.

Ein partur av søguliga tilfarinum hevur longu verið at sæð í áhugaverda blaðnum hjá Føroya Ellisakførum, sum kemur út fýra ferðir um árið. Talan er um »Tíðindaskrivið Ellisakfør«, ið umframt søguliga tilfari eisini inniheldur frágreiðingar um virksemið í felagnum.

Limirnir í Føroya Ellisakførum siga seg vera sannførdar um, at føroyska bilasøgan er nógv meira áhugaverd enn vit hava givið okkum far um. Tað, ið serliga ger hana áhugaverda siga teir vera, at vit klára at fevna um alla bilsøguna, orsakað av, at vit eru eitt so lítið samfelag. Harafturat fevnir føroyska bilasøgan í tíð ikki meira enn um eina mansævi.

Men fyri at varðveita føroysku bilasøguna meta limirnir í Føroya Ellisakførum tað vera neyðugt at geva hana út í bók. Felagið sigur, at tað er fyri at varðveita ein stóran - og enn óskrivaðan part av føroysku mentanini, at felagið ætlar sær at geva út bók um bilasøguna og tey fólk, sum hava havt tilknýti til bilstarvsgreinina fram til okkara dagar.

Tað krevur nógv arbeiðið og nógv heimildarfólk at geva út søguligt verk. Tí heitir Føroya Ellisakfør í faldaranum á einstaklingar og fyritøkur um at stuðla verkinum við at senda felagnum gott skrivligt tilfar og myndir.

Føroya Ellisakfør er eitt virkið felag við limum kring alt landið. Umframt at geva út bók við føroysku bilasøguni, arbeiðir felagið eisini í løtuni við áhugaverdari verkætlan um tøkniligt savn í gamla vatnbrunninum við Gráðastein í Havn.