Føroya Drottning

Kári á Rógvi

Virðislønina fyri besta avrik fyri føroysk áhugamál uttanlands fær í ár Margretha drottning. Í donsku myndabløðunum og donsku tíðindasendingunum ganga tey kongaligu í national-dragt (ikki í folkesamfunds-dragt.) Drottningin heldur røðu á føroyskum og krúnprinsurin sigur seg vilja læra seg føroyska málið. Vanliga fær danin helst ikki fær tað nógva við um Føroyar, men nú brennur seg í minnið, at drottningin alment ikki bert er donsk, hon er multietnisk.
Hetta er ikki nýtt. Danski kongurin var vanur at samskifta á týskum við tegnar sínar í hertugadømunum sunnanfyri Danmark, og var ríkisovasti, sum tikið var til, "i alle vore riger og lande." Okkara tilknýti til kongsættina er eldri enn tilknýti okkara til Danmarkar, og tað vóru søguligar tilvildir - at norska kongsættin arvaði donsku trúnina og seinni misti Noreg - sum førdu til verandi ríkisstøðu.
Týðiligt er, at mangir føroy-ingar enn eru trúgvir ímóti og góðir við kongsættina. Føroy-ingar hava søguliga litið á kong, og meðan fáur harmast fúta-deyða, munnu mong gleðast um monarkiið. Eisini teir fullvald-aðu íslendingar fegnast um kongsættina. Donsk vikubløð eru nærum eins vanlig í Íslandi sum her heima, og Þórhildur danadrottning (drottningin er eisini doypt Þórhildur) er sera høgt í metum. Fleiri halda, at var ikki abbi hennara Christian X so óstórsligur sum íslendskur kongur - møtti á túsundárahaldi altingsins í donskum generaluniformi - ja so var kongsveldi í Íslandi enn. Tá íslendingar á sinni søgdu "vér mótmælum allir," gjørdu teir tað í kongsins navni og endaðu fundin við at rópa leingi livi kongur vár.
Vit føroyingar áttu at duga sama kynstrið. Drottningin átti at havt egið føroysk flagg við føroyskum vápnaprógvi - kongsættin hevur jú brúkt veðrin í øldir - á sama hátt sum skyldkona hennara Elizabeth, ið er Lord of Man umframt drottning í øðrum londum og ríkjum við mongum ymsum fløggum og vápnum. Eisini tann leingi saknaði føroyski heiðurs-krossurin átti at verið stovnaður sum ordan við drottningini sum stórmeistara - kanska á ólavsøku næsta ár.
Men samstundis mugu vit broyta skipanina við ríkisumboðsmanni. Hesin eigur sjálvsagt at vera føroyingur, eins og ríkisumboðið á oynni Man; hetta kundi verið eittnú onkur hugfarsligur fólkalívsfrøðingur, ið væl megnaði at røkja sam-skiftið við forsætisráðharran, men serliga við hovið. Í staðin sigst ein nýggjur Dahlerup at vera á veg úr uttanríkisráðnum, tí danska ráðnum, sum einsa-malt heldur uppá føroyska regeludstedende kompetence og sum fornoktar at tilknýti okkara til Danmarkar er ígjøgnum kongsættina og ikki ígjøg-num - sum forsætisráðharrin tók til - "grundloven og sådan noget."
Leingi livi drottning vár!