bridge
Føroya Bjór Simultan kappingin er tann stórsta kappingin, ið Føroya Bridge Samband skipar fyri. Hon verður leikt kring allar føroyar í senn. Spælt hevur verið í Vági/Tvøroyri, í Vágunum, í Eysturoynni, Í Havn og í Klaksvík.
Í fjør luttóku áleið 120 bridgespælarar í Føroya Bjór Simultan, sum varð vunnin av Jákup Hjaltalin og Boga Simonsen.
Nýggja Bridgefelag 40 ár
Í ár eru tað liðin 40 síðan at Nýggja Bridgefelag var sett á stovn í Havn.
Fyri at hátíðarhalda dagin, ætlaði Nýggja Bridgefelag, at skipað fyri stórari kapping í Bridgehúsinum í Havn við veitslu aftaná.
Orsaka av arbeiðssteðginum er kappingin og veitslan útsett til 28. januar 2006. Tey, sum eru tilmeldað fáa bræv sendandi frá fyrireikarunum hesum viðvíkjandi.