Bryggjaríið Føroya Bjór í Klaksvík hevur sent út kunning til síni viðskiftafólk, og her vísa tey á, at fyritøkan eisini ynskir at taka lut í átøkunum hjá almennu myndugleikunum í Føroyum til tess at minka um smittuvanda.
- Vit hava gjørt av at seta nøkur átøk í verk, og hesi átøk verða í fyrst atløgu galdandi í tvær vikur - men støðan kann broytast, leggja tey aftrat.
Í kunningini vísir Føroya Bjór á, at bryggjaríið og goymslurnar kring landið einans verða opnar fyri starvsfólki hjá fyritøkuni, og í nevnda tíðarskeiði verða ongar virkisvitjanir á bryggjarínum.
- Útkoyring verður sum vanligt, men bilførarar og sølufólk hjá okkum hava fingið boð um at hava so lítla kontakt við viðskiftafólk sum til ber.
Á Føroya Bjór siga tey, at avgreiðslurnar fara at hava opið sum vanligt, og fyritøkan mælir viðskiftafólki til bert at brúka gjaldskort fyri at avmarka smittuvandan.
- Vit skulu eisini boða frá, at vit hava nokk av øli, sodavatni og spiritus á goymslu, leggja tey á Føroya Bjór aftrat í kunning til síni viðskiftafólk.










