Páskirnar standa fyri durum. Í morgin er skírishósdagur, men kirkjur og samkomur eru stongdar kring landið.
Løgmaður boðaði frá á tíðindafundi í morgun, at hóast landið nú spakuliga fer at seta ferðina upp aftur, so verður mælt til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu.
Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, segði við Kringvarpið í gjár, at hóast eingin vanlig kirkjugongd verður um Páskirnar, so verða Guðstænastur stroymaðar á netinum og í Kringvarpinum.
– Eg gleði meg til løtuna frammanfyri síggjan, har eg fari at hyggja at Guðstænastuni úr Havnar kirkju. Tað er Guðstænastan fyri Føroya land, sigur hann
– Vit trúgva upp á eina bjarta framtíð, og tí mugu vit ikki missa flogið hesa tíðina og taka tað eitt sindur róligt, sigur hann framhaldandi.
– Kirkjan hevur verið kreativ á ein annan hátt hesa tíðina og verið nógv á netinum. Eg haldi tó, at tá vit einaferð standa hinmegin hesa kreppuna, eiga at eftirmeta virksemi í kirkjuni, tí vit eru dugnalig til at prædika, men mettan í maganum broytist ikki av orðum, sigur hann.
– Vit ætla ikki at koma inn á vøllin og starta nakað nýtt, men vit eiga at gerast ein størri og integreraður partur av tí góða og siðbundna hjálpararbeiðinum, sum er í Føroyum, sigur hann eisini.











