Føroya banki skal verða fólkaogn

Í sambandi við, at Føroya Banki skal einskiljast annan ársfjórðing í 2007, bjóðar bankin frá fríggjadegnum 9. februar øllum at seta pening á eina nýggja konto. Nýggja kontan, sum hevur fingið heitið Partakonto, er ein vanlig innlánskonto, sum kann geva væl hægri rentu enn vanlig innlán.

Byrjunarrentan 3,25 prosent, men verður innistandandi peningurin nýttur at keypa partabrøv í Føroya Banka, tá partabrævasølan byrjar seinni í ár, verða 3,25 prosent í ískoytisrentu løgd omaná byrjunarrentuna. Tilsamans kann hægsta renta á Partakonto sostatt gerast 6,5 prosent p.a.

Føroya banki sigur, at øll eru vælkomin at seta pening á Partakonto í bankanum. Upphæddin skal í minsta lagi vera 5.000 kr. og í mesta lagi 500.000 kr. fyri hvørja Partakonto.

Endamálið við nýggja tilboðnum er sambært Janusi Petersen, forstjóra at eggja so nógvum sum gjørligt til at keypa partabrøv í Føroya Banka.

-Vit ætla, at bankin skal gerast fólkaogn hjá føroyingum. Soleiðis sum bankin er fyri, ivast vit ikki í, at tey, sum velja at keypa partabrøv í bankanum, fara at gera eina góða íløgu, sigur hann.