Føroya Banki lænt 1,2 mia. krónur

Føroya Banki skrivaði mikudagin undir lánsavtalu við 21 útlendskar peningastovnar á føroysku sendistovuni í London

Bayerische Landesbank, Danske Bank og HSH Nordbank hava fyriskipað lánið, sum er 155 milliónir evrur ella knappar 1,2 mia. krónur.

Upprunaliga varð lánið útboðið sum eitt 3-ára syndikerað lán upp á 75 milliónir evrur, men áhugin fyri láninum var so stórur, at tað varð yvirteknað við meira enn 100 prosentum.

Føroya Banki økti útlánini í 2006 við 1,3 milliardum krónum. Við nýggja altjóða láninum er gjaldførið styrkt munandi, so bankin kann halda fram at vaksa.

-At 21 útlendskir peningastovnar játta at veita Føroya Banka hetta lánið ber týðiligt boð um, at álitið á bankan á altjóða lánimarknaðinum er sera stórt. Styrkta gjaldførið skal nýtast til at menna Føroya Banka uppaftur meira, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.

Í sambandi við undirskrivingina á føroysku umboðsstovuni í London vóru møtt umboð fyri heili 17 av teimum 21 útlendsku peningastovnunum. Føroyski sendimaðurin, Sigmundur Isfeld, og danski sendiharrin, Birgir Riis-Jørgensen, vóru eisini til staðar. Fyri Føroya Banka undirskrivaðu Janus Petersen, forstjóri, og Súni Schwartz Jacobsen, stjóri, lánsavtaluna.