Føroya Banki høvuðsstuðul hjá VÍF

Avtalan hevur við sær, at Føroya Banki komandi tvey árini verður høvuðsstuðul hjá báðum teimum bestu liðunum og allari ungdómsdeildini hjá VÍF

Føroya Banki hevur valt at gera stuðulsavtalu við VÍF, tí felagið í mong ár hevur prógvað sítt dugnasemi í hondbóltskappingini.

 

- VÍF er eitt sera framsøkið felag, og Vestmanna og hondbóltur eru nærum eitt. Vit fegnast um at kunna stuðla einum so eldhugaðum felag, sigur Poula Michelsen Kass, leiðari á Marknaðardeildini hjá Føroya Banka.

 

Stuðulsavtalan millum Føroya Banka og VÍF umfatar 1. manslið, 1. kvinnulið og øll ungdómsliðini hjá felagnum, sum beinanvegin fara at spæla við navninum hjá Føroya Banka á troyggjunum.

 

Vestmanna Ítróttarfelag fegnast somuleiðis um avtaluna.

 

- Hondbólturin hevur sera stóran týdning í Vestmanna. At Føroya Banki hevur játtað at stuðla so nógvum liðum, gevur okkum bestu karmar at halda fram at menna VÍF, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í VÍF.