Føroya Banki er góð íløga

Í partabrævagreining staðfesta bæði Eik og Kaupthing Bank, at ein íløga í Føroya Banka tykist vera gott pappír Í greiningini hjá Kaupthing verður sagt, at tekningarkursurin, sum liggur millum 162 og 189 er lágur sammett við aðrar bankar. Hartil gevur ætlaða úrslitið hjá bankanum fyri 2007 eitt avkast upp á eginognina, sum er á sama støði, sum avkastið hjá Eik Bank og aðrir danskir bankar av somu størdd.

Sagt verður í greiningini, at mett eftir budgetteraða avkastinum, so er ein kursur upp á 190 rætti kursurin fyri bankan. Verður úrslitið á leið tað, sum var galdandi í 2006 verður kurs 223 roknaður sum hóskandi. Eisini kann hugsast, at talan verður um stutt-tíðar kurshækking, um partabrævatekningin verður yvirteknað, soleiðis sum útlit eru fyri.

Eisini hjá Eik verður nevnt, at partabrøvini eru ein góð íløga, tá hugt verður eftir møguleikanum fyri avkast.