Føroya Banki á danska pensiónsmarknaðin

Í hesi vikuni fer Føroya Banki undir nýggja kampagnu á danska marknaðinum, har farið verður eftir pensiónum hjá fyritøkum. Tað skrivar Huset Markedsføring á heimasíðu sínari.

Nýggja veitingin eitur FriPension, og í fyrstu atløgu verður tosað beinleiðis við pensiónsseljarar heldur enn at lýsa við produktinum. Ein søluháttur, sum Føroya Banki hevur lagt til rættis í samastarvi við Klausen + Partners.

Umframt at venda sær beinleiðis til søluliðið á danska pensiónsmarknaðinum, fer Føroya Banki eisini at lýsa í nøkrum útvaldum miðlum, stendur at lesa hjá Huset Markedsføring.