Jákup Danielsen
???????????
Nú standa so sáttmálasamráðingar aftur fyri durum og nevndir í arbeiðarafe-løgum og almennum fakfeløgum gera seg til reiðar at samráðast um prísin fyri arbeiðsmegina. Feløgini spyrja sínar limir um hvat tey halda eru røttini málini at taka upp til slíkar samráðingar og eru svarini sum oftast kend frammanundan, nevniliga hægri løn, styttri arbeiðstíð ella longri frítíð og eftirlønin.
Og einki ringt um tað.
Nevndirnar í feløgunum lata boðini fara spakuliga út hvat roknast kann við til samráðingar og arbeiðsgevarin svarar aftur sum vanligt at teir kunnu ikki lata fleiri lønarkrónur, versnandi kappingarføri og altjóðagering og at fyri teirra viðkomandi má lønin helst fara niður.
Also, ár undan ári koyrir sama pláta við sama lagnum á gamla plátuspælaranum.
Og hóast sagt verður, at vit ikki skulu kappast við kinverjar, tí teirra prísur fyri arbeiðsmegina er lægri og hartil so lágur at tað loysir seg at senda teimum fisk til tilvirkingar og fáa hann sendandi aftur, fyri síðani at flyta hann til keyparan, so siga vit, at vit ætlað at vera tey vit eru og at vit eru nakað meiri og øðrvísi enn teir.
Somuleiðis siga vit, at føroyingar alla sína tíð hevur livað av fiski bæði til matna og at selja og at vit hava víst við okkara dirvi við at finna fiskileiðir og at vit hava royndir, at vit hava ein góðan flota og annars hvussu dugnalig vit eru.
Vælferðarsamfelagið, við góðari hjálp frá dønum, hevur givið okkum góðar møguleikar fyri at senda fólk til m.a. Danmarkar og har kunnu fáa góða útbúgving. Og eftir eru so tey ? lønarbeiðarnir ? sum onga ella lítla útbúgving hava bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.
Í tí almenna hendir tað, at fólk við góðari útbúgving, men í byrjanini við lítlum og ongum arbeiðsroyndum, kunnu søkja størv í al-mennu umsitingini til eina munandi hægri løn enn vanligu skrivstovufólkini og tað tykjist ikki verða nakað mark fyri hvørji størv nú skulu hava hægri útbúgvingar fyri yvirhøvur at koma upp á tal fyri at fáa tey.
Í tí privata fækkað størvini av ófaklærdum og er hetta eisini tann lønarbólk-ur sum skjótast nærkast ALS skipanini, tá illa gongst í hond.
Og hóast tað er vælmeint, hvussu ber tað til, at hægri løn er ovast á raðfestingar-listanum. Er tað tí at breyðið er so dýrt, er tað tí at sethúsaprísir og rakstur av húsum annars er so beistaktiga dýrur ella eru krøvini til almenna luttøku í tænastuveitingini til okkara ov dýr?
Hevur tað nakað við tign og at verða í rætta selskapinum at gera, hvussu høg lønin og harvið skuldin til sethús, bil og bát skal verða? Og hví skulu tey sum sita niðri allan dagin fáa hægri løn enn tey sum veruliga brúka armar og bein og hóast tað fáa færri lønarkrónur?
Og soleiðis kundu vit hildið áfram at spurt, men orsøkin til hesa viðmerkingina er, at líka sum at vegurin til mansins hjarta, skal verða gjøgnum búkin, so má/kann vegurin til hægri løn verða gjøgnum økta førleikamenning og/ ella útbúgving.
Mín spurningur er, um arbeiðarafeløg og onnur fakfeløg (heríroknað arbeiðsgevarnir) veruliga gera sær greitt hvussu týdningarmikið tað er at løntakarnir ? arbeiðararar og t.d. skrivstovufólk ? verða førleikament ella beinleiðis verða send til útbúgvingar.
Skrivað verður niður føgur orð um góðar ætlanir við førleikamenning, men aftanfyri orðini er eitt tómt hol og slettis einki samband við neyðuga fíggjarliga tilfeingið fyri at hetta yvirhøvur skal lata seg gera.
Bæði løntakarafeløg og arbeiðsgevarar hava ábyrgdina fyri at einki hendir, tí limirnir gjøgnum løntakarafeløgini hava sett upp raðfestingina, løn, frí-tíð og eftirløn og tá hettar er goldið, er lítið og einki at brúka til førleikamenningina ella útbúgvingina.
Kanska nakað fýrakantað sett upp, men veruleikin er hann, at fólk við góðari útbúgving ota seg meiri og meiri inn á økir, ið vanliga vóru roknaði at verða t.d. skrivstovuarbeiði og tí fer hesin bólkur so líðandi at minkað burtur í einki. Tað er so tað, men tað ringasta er, at hesi fólk sum teljast í hesum bólkinum hvørki eru til reiðar, gjørd til reiðar ella hava fíggjarligu møguleikarnar at fáa onnur líkn-andi størv ella størv sum tey kunnu røkja.
Sama er eisini við ófaklærdum. Teimum verður ikki givin møguleikar fyri at førleikamennað seg, enn minni fáa tey møguleika fyri útbúgving og tí er teirra rásarúm fyri at fáa aðrar avbjóðingar á arbeiðs-marknaðinum avmarkaðir.
Og serliga á privata arbeiðsmarknaðinum har tað snýr seg um ófaklærd arbeiðir t.d. í høvuðsvinnuni, spælir plátan sama lagið og arbeiðsgevarafeløg saman við arbeiðarafeløgum syngja lystiliga víðari sum um einki var hent og sama keglaríið um meira løn og ikki meira løn heldur áfram.
Nakað tað sama hendir fyri almennu arbeiðsgevarnar og almennu fakfeløgini. Ikki nóg ítøkiligar ætlanir um hvussu vit kunnu mennast sum starvsfólk og um hvussu vit kunnu betra um okkara møguleikar at fáa ábyrgdarfull størv, at kunna søkja onnur størv og á tann hátt betrað um inntøkuna.
Vit siga at vit ætlað ikki at lata okkum ræða av globaliseringini, men gera vit nakað fyri ikki at verða tikin við buksunum niðri?
Spádómarnir um at størv fara at verða niðurløgd í ávísum vinnum, fyri síðani at stinga seg upp aftur í øðrum vinnum, fara eftir mínari meining ikki til tey ófaklærdu ella til teirra sum lítla og onga útbúgving hava og hóast hesi starvsfólkini kunnu hava góðar arbeiðsroyndir í tí arbeiði sum møguliga verður lagt niður, so eru tey ikki til reiðar at taka móti nýggjum avbjóðingum ella nýggjum virkisøkjum.
Mín pástandur er, at við hesi menningar afturúrsigl-ing sum í longri tíð hevur verið, skyldast í alt ov stóran mun, at sum einstaklingar, arbeiðsgevarafeløg og løntakarafeløg hugsað um okkara, meðan tað gongur meiri og meiri striltið við at síggja heildina. Vandi kann tí verða, at tá heildin eisini skal umfatað alla verðina, so fáa vit enn størri trupulleikar.
Til komandi samráðingar eiga løntakarafeløgini og ikki minst arbeiðsgevarnir at vísa hvat tey duga í verki, nevniliga at tað er førleikamenning og útbúgving sum eiga at verða yvirskriftirnar og veruliga vísa at hetta fundarvirksemi saman við semingsmonnum sum vit kennað frá undanfarnum árum er søga og at nú skal verða nýggj dagskrá verða, sum veruliga mennir limirnar og arbeiðsgevarnar. Landsins myndugleikar kunnu luttaka í hesum við einari strategiskari arbeiðsmarknaðarætlan.