Førleikamenning gjøgnum altjóða samstarv


 

Kenneth Rasmussen

P/F El-Service

Frálandadeildin

El-Service hevur seinastu árini fyrireikað seg til avbjóðingarnar í oljuvinnuni. Hesar fyrireikingar hava fyrst og fremst verið gjørdar við at betra og menna verandi virksemið. Á henda hátt er dygdin og tænastustøðið í dagliga arbeiðinum so líðandi vorðin betri. El-Service hevur staðfest, at tað er týdningarmikið at halda fast um verandi arbeiðsøki, soleiðis at oljuvinnan ikki fer at taka alla arbeiðsorkuna, men verður ein vinnugrein, ið sum frá líður kemur styrkja felagið í kappingini við tey stóru altjóða feløgini.

Størsta uppgávan á leiðini hevur verið at fingið altjóða góðkent góðskuprógv fyri konstruktión og framleiðslu av el-talvum. Ein ISO 9001-góðkenning krevur drúgva fyrireiking og at peningur og arbeiðsorka verður sett av til endamálið. Síðan framleiðsludeildin fekk góðkenningina, er avgerð tikin um at miða ímóti, at hinar deildirnar verða góðkendar.

Hjá El-Service starvast í løtuni 35 fólk. Ein stórur partur av fólkinum er knýttur at uttanlandsdeildini, meðan hini arbeiða á framleiðslu-, innleggjara- og frálandadeildunum.

Síðan 1995 hevur El-Service, saman við Karstensens Skipasmiðjuni í Skagen, bygt 13 skip. Tó eru bert seks teirra bygd í Skagen. Hini sjey eru bygd í so fjarskotnum londum sum Ghana, Cambodia og Vietnam.

Felags fyri øll projektini er, at so skjótt sum sáttmáli er undirskrivaður, verður farið undir projektering og framleiðslu av el-útbúnaðinum, sum síðan verður fluttur til skipasmiðjurnar. Alt frá størstu el-talvum til smæstu el-skápini til el-veitingina, eldávaringar-, neyðljós- og alarmskipaninar verður konstruerað og framleitt á Skála. Samstundis fara handverkarar hjá El-Service avstað fyri at fyrireika el-arbeiðið umborð. Meðan skipini verða bygd í Skagen eru 10-15 arbeiðspláss á Karstensens Skipasmiðjuni. Umframt hesi, eru nøkur arbeiðspláss knýtt at framleiðsluni alt árið.

Harumframt eru, í sama tíðarskeiði, fimm skip bygd á Tórshavnar Skipasmiðju, har P/F El-Service hevur havt el-arbeiðið um hendur.

Undir fyrireikingunum til oljuvinnuna hevur El-Service ásannað, at stór krøv verða sett til tey virki, sum skulu luttaka í hesi nýggju vinnuni á føroyskum øki. Við m.a. at seta góðskustýring í verk, eru stig tikin á leiðini til at kunna kappast í oljuvinnuni. Royndirnar frá skipabygging geva eisini El-Service eitt gott byrjunarstøði, men enn eru fleiri økið, sum eru neyðug at menna, fyri at kunna gerast seg galdandi í fremstu røð, m.a. innan á trygdar- og umhvørvisøkinum.

Hetta er høvuðsorsøkin til at El-Service hevur gjørt eina samstarvsavtalu við offshore-deildina hjá ABB í Esbjerg. Saman við ABB fer El-Service at bjóða heildarveiting á el-økinum. Arbeiðið á føroyskum øki fer at verða umsitið og stýrt av Skála. Um talan verður um størri uppgávur, verður neyðugur serkunnleiki fingin úr Esbjerg. Í slíkum førum verða partar av arbeiðinum gjørdir av ABB-fólki í Føroyum ella í Danmark.

Fyrsta stigið í samstarvinum verður, at El-Service fer at senda starvsfólk til Esbjerg at luttaka í projektum hjá ABB, soleiðis at fólki hjá El-Service kann fyrireika seg til komandi uppgávur í oljuvinnuni.