Fýra trolarar landaðu í Vestmanna

Fiskivinna

Fýra trolarar landaðu í Vestmanna í síðstu viku, men væntandi er ikki, at nøkur landing verður hesa vikuna.
Skipini, sum plaga at leggja veiðina upp til virkið hjá Føroya Fiskavirking, royna nú eftir hvítum fiski á Íslandsrygginum.
Í Vestmanna vænta tey tó, at tey fara at keypa annan upsa, sum verður á marknaðinum í vikuni, og hesin kemur so vestur í bili.
- Vit hava nóg mikið av fiski inni til dagvaktina í dag og kvøldvaktina, sum byrjar seinnapartin, søgdu tey í Vestmanna í gjár.

Nógvur upsi

Skipini, sum landaðu í Vestmanna í síðstu viku, vóru Vestmenningur og Fram, sum høvdu út við 300.000 pund tilsamans, Vesturbúgvin hevði stívliga 170.000 pund, og Grønanes hevði stívliga 130.000 pund.
Eysturbúgvin, sum partrolar saman við Vesturbúgvanum, landaði á Sandi og Grønanes, sum partrolarar saman við Vesturtúgvuni, landaði í Saltangará,