Fýra tikin í Svøríki fyri yvirgangsætlanir

Løgreglan í svenska býnum Göteborg tók í nátt fýra fólk, tí illgruni er um, at tey hava lagt ætlanir um yvirgang. Tíðindastovan TT skrivar, at tey fýra vórðu tikin nærhendis listaframsýningarhúsinum Röde Sten, og at løgreglan avbyrgdi eitt stórt øki rundan um húsini.

Svenska trygdartænastan Säpo váttar, at hon hevur verið uppi í málinum, men tænastan vil ikki siga nakað um tey tiknu.

Fleiri mál um yvirgang hava verið í Svøríki tey seinastu árini. Í desember í fjør tók løgreglan fýra menn, tí myndugleikarnir høvu illgruna um, at teir ætlaðu at leypa á Jyllands-Postin.