Fýra sótu uttanfyri

Rasmus Nielsen, Rógvi Baldvinsson, Johan Ellingsgaard og Wentzel Steinarr Ragnarsson Kamban vóru ikki tøkir hjá Heðini Askham og Bill M. Jacobsen í gjár. Teir sótu allir uttan fyri við skaða. Tað var serliga harmiligt við dystargongdini í huga, tí landsliðsvenjararnir høvdu ongan framrættaðan leikara at seta inn seinastu løtuna. Ein avleiðing av hesum var, at Odmar Færø spældi sum framherji seinastu minuttirnar.