Tað var ikki sørt, at løgmaður hevði hug at skemta á móttøkuni í Mentamálaráðnum í gjár, tá Kristina Háfoss formliga legði frá sær og Óluva Klettskarð tók við.
- Hevði eg verið eitt sindur óreinur hevði eg byrja við at sagt »here we go again«, legði løgmaður út við at siga.
Hann takkaði Mentamálaráðnum fyri at hava skipað fyri móttøkuni í sambandi við hátíðarhaldið, og síðani takkaði hann Kristinu Háfoss fyri hennara arbeiði sum landsstýriskvinna í mentamálum.
- Tað má mann siga um teg, at tú hevur verið eitt arbeiðsgrev. Tú hevur í sjey mánaðir gjørt áleið tað mann kann rokna við, at eitt vanligt landsstýrisfólk klárar í fýra ár. Tú hevur fingið loyst nøkur av teimum málum, sum hava ligið politiskt órørd, av ymiskum ávum, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann segði, at viðhvørt skal ein nýggjur vinkul til, fyri at fáa gongd á. Og so nevndi hann nøkur av málunum, sum Kristina Háfoss hevur loyst úr lagdi.
- Tú hevur fingið loyst Marknagilsmálið, tú hevur fingið loyst eitt gamalt mál um millumbylgjusendaran, tú hevur loyst málið viðvíkjandi sendinetinum, tú hevur fingið nýggjar flokkar inn á Frælsið, bæði til lærarar og námsfrøðingar og nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, bara fyri at nevna nøkur ting, segði løgmaður.
Snýr seg um raðfesting
Jóannes Eidesgaard gloymdi heldur ikki embætisfólkið í Mentamálaráðnum, sum hevur stuðlað upp undir at fingið loyst hesi málini. Hann legði eisini dent á, at hann virdi avgerðina hjá Kristinu Háfoss um at leggja frá sær.
- Vit, sum hava verið við í politikki vita, hvussu strævið tað kann verða, at vera landsstýrisfólk, og hvussu lítil tíð kann vera til avlops til familjuna og annað at gera, segði løgmaður.
Í politiska arbeiðinum snýr nógv seg um at raðfesta.
- Og her hevur tú gjørt eina ógvuliga týðandi raðfesting, har tú hevur valt nøkur ting frá, fyri at velja nøkur ting til, og tað virði eg hundrað prosent. Eg vil nýta høvið her at takka tær fyri tíðina, og fyri tað sera góða samstarv, sum hevur verið. Og so fari eg at ynskja tær og familjuni alt gott í komandi tíðum, segði Jóannes Eidesgaard.
Síðani handaði løgmaður Kristinu Háfoss eitt blómutyssi og eitt fráfaringarskjal.
Eftir hetta vendi løgmaður sær til Óluvu Klettskarð. Hann byrjaði við at siga, at tað bert einaferð hevði unst honum at tosa við Óluvu Klettskarð, sjálvt um hon hevði verið í tinginum.
- Eg eri ikki tann mest snakksaligi í tinginum, men fríggjakvøldið fekk eg so høvið at tosa við teg í telefon, fyri at kanna eftir, at eingi lík vóru í lastini. Og eg má siga, at í teirri stuttu samrøðu okkara millum fekk eg tað inntrykk, at tú hevur ein sera sterkan integritet, segði løgmaður.
Fakligan førleika
Hann nam síðani við fakliga førleikan hjá Óluvu Klettskarð og tann veruleika, at hon kemur av bygd, úr Haraldsundi.
- Eg veit ikki hví mamma tín ikki nevndi tað, tá eg heilsaði upp á familjuna, at hon er ættað úr Porkeri, og tað dregur í hvussu er ikki niður, helt løgmaður skemtandi fyri.
Hann dugdi illa at koma við góðum ráðum um, hvussu Óluva Klettskarð skuldi røkja uppgávuna, men ein góður fakligur førleika er ikki at kimsa at.
- Men tað týdningarmesta er, at mann hevur sína sunnu fornuft við sær í øllum viðurskiftum, sum mann hevur við at gera, segði løgmaður.
Hann ynskti síðani Óluvu Klettskarð góða eydnu í starvinum og vísti á, at talan er um eitt ógvuliga krevjandi starv, tí ein skal hava í huga, at útbúgving og metnan eru partar av kjarnuøkjunum í okkara samfelag, og sum eisini hava fingið eina høga raðfesting í tí samgonguskjali, sum er politiski setningurin.
- So tað er ein stór ábyrgd, sum verður løgd á tínar herðar, og eitt, sum hevur stóran týdning, er, at familjan, sum er her í dag, eisini veit tað, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at mann hevur eina trygga og robusta familju við sær í arbeiðinum, tí familjan er jú tað frístaðið, sum mann hevur brúk fyri. Og tað er har, mann løðir battaríini, fyri at fara út aftur at kempa víðari við teimum málum, mann hevur, segði løgmaður.
Við blómum og setarbrævið ynskti løgmeður síðani Óluvu Klettskarð eina hepna hond í starvinum sum mentamálaráðharri.
Nýggjan stól
Nýggi mentamálaráðharrin takkaði løgmanni fyri tey vøkru orð, hann hevði til hennara.
- Eg vænti og vóni, ja eg veit, at vit fara at fáa eitt gott samstarv. Eg fari eisini at takka Kristinu Háfoss fyri tað stóra arbeiði, hon hevur framt í ráðnum, og fyri gott samstarv okkara millum, segði Óluva Klettskarð.
Hon vissaði um, at tær báðar fara at gera hesa yvirgongdina so smidliga sum gjørligt, og hon hevur boðað frá, at hon fer at ganga í teimum fótasporum, sum Kristina Háfoss hevur slóðað.
- Okkara samstarv hevur verið sera gott, og eg fari at takka tær og ynskja tær alt tað besta. Somuleiðis fari eg at takka flokkinum fyri ta stóru ábyrgd, mær er sýnd, segði Óluva Klettskarð.
Hon nam síðani við stóra gjøgnumtrekkin av mentamálaráðharrum, sum Tjóðveldi hevði havt seinastu árini í samgongu.
- Sessurin hevur verið ógvuliga ringur at siti í, so eg havi fingið eini góð ráð, og tað er at skifta stólin út beinanvegin, segði Óluva Klettskarð at enda.