Fýra NATO-hermenn falnir í Afghanistan

Nato kunngjørdi seinnapartin, at fýra hermenn hjá samgonguni eru falnir í bardøgum í Afghanistan. Sagt verður, at tveir hermenn doyðu í skotbardaga har vesturi í landinum. Ein hermaður doyði í einum álopi har suðuri í landinum, og tann fjórði lat lív í einari sjálvmorðsatsókn í Kandahar-landspartinum.

Nato-leiðslan í Afghanistan hevur ikki sagt, hvørjum landi ella londum teir falnu hermenninir vóru úr.