Fýra næmingar og ein skúli

Dalur: Tað eru ikki teir nógvu næmingarnir í Dals skúli. Men teir duga at hugna sær kortini.

Henda dagin fyrr í mánaðinum tá vit vitjaðu skúlan høvdu teir fýra næmingarnir allir somu lærugrein  føroyskt. Lítið var eftir av tímanum, tá vit komu innar í skúlastovuna, og løtu seinni fóru tey út í túnið  skúlagarðin  at spæla í góðveðrinum. Her hoppaðu tey og høvdu eisini spælt eitt spæl, har tey høvdu kritað óført niður í asfaltið.
Lærari í skúlanum er Ragna Leivsdóttir, sum hevur verið lærari í 11 ár.
Í skúlanum eru tey bert fýra næmingar  tríggjar gentur og ein drongur. Genturnar eita Bjørt Poulsen, sum gongur í 1. flokki; Róa Poulsen sum gongur í 3. flokki og síðani Trina Larsen og Martin Súni Johannesen sum ganga í 4. flokki.
Tey ganga í Dals skúla til tey fara í 6. flokk. Tá fara tey í Meginskúlan á Sandi.
sb.

mynd  spyr jens kr. um myndina

Bert fýra næmingar eru í Dals skúla. Tey ganga her til og við 5. flokk. Í 6. flokki fara tey á Meginskúlan á Sandi
Mynd: Jens Kr. Vang