Fýra nýggjar bøkur frá Bókadeildini

Ein smábarnabók, tvær barnabøkur og ein ungdómsbók eru bøkurnar, Bókadeild Føroya Lærarafelags júst hevur givið út

Smábarnabókina: Nú er betri eftir Hiawyn Oram og Frédéric Joos. Eyðna Magnussen týddi úr enskum.

Barnabókina: Palli Pumm og húsið í Pumsarlág eftir A.A. Milne. Gunnar Hoydal týddi úr enskum.

Barnabókina: Egggg eftir Stein Erik Lunde. Jákup í Skemmuni týddi úr norskum.

Ungdómsbókina: Ørindi í loyndum eftir Torill Eide. Jákup í Skemmuni týddi úr norskum.


Nú er betri

Tá ið Lítla bjørn er kedd, er Stóra bjørn altíð til reiðar at mussa, so at tað verður betri. Men ein dagin verður Stóra bjørn kedd. Men hvussu skal Lítla bjørn ugga hana? Jú, hon finnur upp á ráð, so lagið verður betri...

Nú er betri er 26 síður í litum. Bókin kostar kr. 75. Hestprent stóð fyri prentgerðini.


Palli Pumm og húsið

í Pumsarlág

Palla Pumm, hann kenna øll. Nógv ættarlið av børnum um allan heim hava frøtt seg um søgurnar um Pumm og hini dýrini, síðan tær komu á fyrsta sinni í 1926.

Í fjør kom so fyrra av teimum upprunaligu bókunum um heimsgitnu, hunangshungrandi spælibjørnina, Palli Pumm, á føroyskum. Og nú kemur so tann seinna. Eitt er vist. Bæði ung og gomul fara at stuttleika sær saman við Palla Pumm, Kristoffuri Róa, Purkili, Kaninusi, Uglasi, Asnari, Kengu og lítlu Ru, tá ið tey fara á ævintýrferð í hundrað metra skóginum. Í hesi bókini finnur Tikári út av, hvat tikárum dámar, og Purkil ger eitt satt bragd. Asnar finnur Gulastovu, og Uglas flytur í hana, og Kristoffur Rói og Pumm finna eina álvalund.

Ein kærkomin bók at lesa fyri børnum.

Palli Pumm er 153 síður, innbundin í stíva permu. Bókin er myndprýdd við upprunamyndunum hjá Ernest H. Shepard, og hon kostar kr. 118. Hestprent stóð fyri prentgerðini.


Egggg

»Skjótt er alt fullgjørt, hugsaði hann við sær sjálvum, meðan hann stóð í køkinum. Hann visti ikki, hvaðani orðið fullgjørt kom, men tað var orðið, hann brúkti. Tað kom óvæntað upp, tá ið hann sá spegilsmyndina av sínum egna andliti við einum óreinum skálkabrosi í køksrútinum. Hann líktist einum djevli. Skjótt er alt fullgjørt, endurtók hann, og nú segði hann tað við sítt egna andlit í køksvindeyganum. So fór hann inn í stovuna at borðreiða...«

Hetta brotið er tikið úr bókini um ellivu ára gamla Gilbert, sum ikki tolir egg. Gilbert eigur eina pápasystur, sum, hóast hon veit at hann ikki tolir egg, gevur honum mat við eggi í, og tað letur Gilbert ikki á sær sita...

Egggg er 64 síður, innbundin í stíva permu. Hon kostar kr. 125. Hestprent stóð fyri prentgerðini.


Ørindi í loyndum

Ein genta leitar aftur til barndómsheimið hjá mammuni, har hon einsamøll í nakrar dagar ætlar sær at skriva eina próvtøkuuppgávu. Men ikki gongst sum ætlað. Í staðin brúkar hon tíðina at endurskapa ungdómin hjá mammun, sum doyði, meðan hon var pinkubarn. Sumt hevur hon hoyrt, hon hevur sæð myndir, og so eru tað eisini tær báðar dagbkurnar, sum hon hevur funnið.

Søgan um mammuna er bæði hugtakandi og spennandi:

Ein søga um eina unga gentu, 16 ára gomlu Ingrið, sum fer inn í býin at ganga í studentaskúla. Hetta verður samtíðis ein ferð úr barndóminum og inn í vaksnamannaheimin. Hon ger sínar fyrstu royndir á kærleiksleið, og hetta er í einum heimi og í einari tíð tá ið tú ikki tosaði um sovorðið, sum viðurskifti millum drong og gentu.

Høvuðssøgan, søgan um mammuna, fer fram í Noregi í fimtiárunum.

Ørindi í loyndum er 175 síður. Bókin kostar kr. 130. Dimmalætting stóð fyri prentgerðini