Fýra línuskip koma heim úr Grønlandi

Fimm ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip fiska framvegis í Eysturgrønlandi.

Fimm ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip fiska framvegis í Eysturgrønlandi.

 

- Skipini fiska tosk og fáa eisini nakað av brosmu. Fýra av ísfiskaskipunum koma heim at landa fyrst í næstu viku, og fimmta skipið kemur í aðru viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju, men onkur fer væntandi út aftur í næstum.

 

Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Annað er undir Føroyum, og hitt fiskar sum nevnt í Eysturgrønlandi, har tey fýra ísfiskalínuskipini eisini hava fiskað.

 

- Streymurin verður góður, men veðrið verður umskiftandi. Ivasamt er tí, um tað verður nakar serligur útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.