Fýra løgreglumenn eru deyðir í franska høvuðsstaðnum Paris, aftaná at ein maður leyp á teir við einum knívi. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC, ið ber tíðindini víðari frá fronskum miðlum.
Sambært BBC vóru teir fýra løgreglumenninir staddir uttanfyri eina løgreglustøð nærhendis Notre Dame katredalin, tá eitt starvsfólk á støðini leyp á teir við knívi. Maðurin bleiv skotin og dripin á staðnum.
##med2##
Tað var um eitt tíðina lokala tíð, at maðurin leyp á løgreglumenninar í bakgarðinum á løgreglustøðini.
Álopið hendi dagin eftir, at løgreglufólk um alt Frakland fóru í verkfall fyri at mótmæla vaksandi harðskapinum móti løgreglufólkum, ið millum annað hevur ført til, at fleiri løgreglufólk havt gjørt sjálvmorð.

Fýra løgreglumenn dripnir í Paris


