Fýra kvinnur og fimm menn fara at stjórna høvuðsstaðnum

- Tað er nátúrligt, at samgongan millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar Býráð heldur fram eftir dyggu álitisváttanina, siga flokkarnir

Flokkarnir ásanna, at politiska samarbeiðið flokkanna millum fekk dygga álitisváttan á býráðsvalinum í gjár og tí er natúrligt at somu flokkar halda fram komandi valskeið.

- Framtíðar samarbeiðið byggir á tann grundvøllin, sum lagdur er í farna valskeiði, siga flokkarnir í tíðindaskrivi í dag.

Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum verður valdur til borgarstjóra og Bogi Andreasen úr Tjóðveldi verður 1. varaborgarstjóri.