Tað upplýstu heilsumyndugleikar á staðnum í nátt.
Tað snýr seg um landspartarnar Yunnan og Guangdong, sum hava broytt krepputilbúgvingina frá støði eitt til støði trý.
Støðið nú er tað mest álvarsama.
Gansu-landsparturin var tann fyrsti, sum lækkaði krepputilbúgvingina fríggjadagin og landsaparturin Liaoning leygardagin.
Talið tilsamans av váttaðum smittaðum í Kina er yvir 77.000, vísir uppgerð frá Joohns Hopkins Universiti í USA.
Fleiri enn 2500 fólk í Kina eru deyð av virusinum.
/ritzau/Reuters










