Fýra kendir fjepparar í fótbóltspanelinum í dag

Rúni Klein Joensen, John Andersen, Bogi Simonsen og Eyðun Thorgeirsson fara at taka samanum fótbóltsárið á Rás2 í dag

Kendu fótbóltsfjeppararnir, Rúni Klein Joensen (Víkingur), John Andersen (NSÍ), Bogi Simonsen (B36) og Eyðun Thorgeirsson (KÍ verða gestir í sendingini "Fótbóltspanelið", sum verður beinleiðis á Rás2 klokkan 16.05 seinnapartin í dag.

 

Teir fara at taka samanum fótbóltsárið, og fara at líta frameftir, og givið er, at teir uttan iva fara at verða speiskir og fara at skjóta eftir hvørjum øðrum. Spælarakeyp o.o. viðurskifti verða eisini umrødd. 

 

Í samband við Fótbóltspanelið og beinleiðis frásøgnina í dag, verður møguleiki at vinna gávubræv frá Bilrøkt til Meguiar lakkforsegling, sum hevur eitt virðið á 2.200 krónur. Lurtararnir kunnu senda viðmerkingar og spurningar til Rúni Klein Joensen, John Andersen, Bogi Simonsen og Eyðun Thorgeirsson. Aftaná verður drigið millum innkomnu smsini, sum koma inn til 559999.