Teir fyrstu tónleikarnir hjá Guy Penrod eru longu komnir til Føroya Mánakvøldið klokkan 20 verður konsert við Guy Penrod í Kelduni í Skálabotni. Guy Penrod kemur til Føroya við tónleikarum, og fýra av tónleikarunum eru longu komnir til Føroya. Guy Penrod sjálvur, og tríggir aðrir tónleikarar koma til Føroya sunnumorgun í góðari tíð áðrenn konsertina.
Millum teir fýra amerikonsku tónleikarnir, sum eru komnir til landið, er tann 21 ára gamli bass-spælarin,Lucas Skaggs, sum er sonur country-legendina, Ricky Skaggs.
Eyðun Jacobsen sigur frá Lucas Skaggs, at pápin, Ricky Skaggs dámar væl at taka náttúrumyndir, og at pápi hansara tí heilt víst hevði stórtrivist í tí vøkru føroysku náttúruni. Amerikonsku tónleikarnir hava vitjað Kris-stuff studio í Hoyvík, og teir hava verið hugtiknir av at hoyra fleiri av teimum upptøkunum, sum eru gjørdar í Kris-stuff studio. Harímillum upptøkurnar hjá Russ Taff og Jákupi Zachariassen.
Fyrireikarnir aftanfyri konsertina við Guy Penrod hava í eina tíð leitað eftir einum hóskandi bólki at hita upp til Guy Penrod. Valið er fallið á bólkin ?Fýra?. Teir sum mannað bólkin ?Fýra? eru Petur Háberg Jacobsen, Jákup Zachariassen, Gunnar Justinussen og Marner av Lofti. Bólkurin er serliga væl kendur fyri lagið ?Her er løtan? hjá Martini Joensen.
?Fýra? fara skjótt at koma við einari nýggjari fløgu, og onkur løg frá komandi fløguni verða at hoyra í Kelduni í Skálabotni mánakvøldið.
Forsølan til konsertina við Guy Penrod og bólkinum ?Fýra? er í Fast-handlunum og á www.gjamma.com. Atgongumerkið kostar 325 krónur.