Fýra heppin ungfólk

Leygarmorgunin klokkan 5.45 fekk løgreglan í Havn eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp inni á Sundi. Ein bilur við fýra ungum fólkum lá á takinum við vegjaðaranum. Onkur kom fram á bilin og fekk síðani boðað løgregluni frá.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey fýra sluppu væl frá óhappinum.
Bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka ? umframt at hann hevði mist koyrikortið.
? Hann verður nú skuldsettur fyri fyri rúsdrekkakoyring og fyri at hava koyrt í frákenningartíð, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.