Fýra heimasigrar og reytt kort í Klaksvík

TB vann lyklauppgerð á heimavølli, og KÍ sá reytt fyri at drála í tíðini, sum dómarin legði aftrat

Tað er rómur við Stórá í Trongisvági. TB hevur ikki sæð sannførandi út í venjingardystum, og tí var spenningurin stórur um, hvussu tað fór at rigga, nú aldursforsetin aftur var í bestu deildini.

TB vann 2-1 ímóti AB, og tað fegnast tey um. Fram ímóti endanum pressaði AB fyri at javna, men heimaliðið helt tørn.

 

Víkingur vann stórsigur ímóti grannunum í ÍF, sum royndu seg fyri fyrstu ferð í fremstu røð eftir uppflytingina.

ÍF misti í fyrra hálvleiki málverjan Tór Traðará, sum tríggjar ferðir bjargaði meistarliga. Tað var málleyst í fyrra hálvleiki. Víkingur skoraði beinanvegin eftir steðgin, og so vóru fyritreytirnar hjá ÍF øðrvísi.

Andreas Lava Olsen var sera væl fyri. Hann legði upp til bæði tey seinnu málini, tá ið hann sneiddi seg ígjøgnum í høgru og legði útfrá.

 

Í Klaksvík endaði tað málleyst, tá ið meistararnir í HB vitjaðu. Klaksvíkingar vóru ágangandi fyrstu løtuna og fram ímóti dystarenda. HB var omaná fyrstu løtuna eftir steðgin. Tá var Dan í Soylu púra leysur mitt fyri og stutt úr málinum, men Meinhardt P. Joensen í KÍ málinum bjargaði meistarliga við fótparadu.

Leikferðin var einki at reypa av. Eitt sindur margháttligt var tað, at KÍ í yvirtíðini sá reytt fyri tvey gul kort orsaka av at dølla sær. Tað var Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum sá fyrsta reyða kortið.

 

Í Runavík vann NSÍ 1-0. Jann Martin Mortensen skoraði einasta málið. EB/Streymur spenti álopsbogan í seinna hálvleiki, tá ið innskifti Arnbjørn Hansen hevði góða roynd. At EB/Streymur slepti í verjupartinum bar við sær, at møguleikar vóru báðar vegir, uttan at tað bar mál við sær.

 

Í Gundadali vann B36 1-0. Nýggi maðurin, Árni Frederiksberg, var avgerandi, tá ið hann við meistarligum frísparki sendi bóltin í málið. Tað vísti seg at vera sigursmálið.

Skála hevði bóltin nógv í seinna hálvleiki, men B36 reið stormin av, og fram ímóti dystarenda vóru møguleikar at økja um leiðsluna.

 

Myndir frá dagsins umfari:

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1

 

Beinleiðis frásagnir vóru á in.fo

http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match

http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match

 http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match

http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match

http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match

 

KÍ – HB 0-0

 

Víkingur – ÍF 3-0 (0-0)

1-0: Adeshina Lawal

2-0: Sølvi Vatnhamar

3-0: Arnbjørn Svensson

 

NSÍ - EB/Streymur 1-0 (0-0)

1-0: Jann Martin Mortensen

 

B36 – Skála 1-0 (1-0)

1-0: Árni Frederiksberg

 

TB – AB 2-1 (1-0)

1-0: Ivan Ivanovid

2-0: Stefan Radosavljevic

2-1: Tóki á Lofti

 

Víkingur 3

TB 3

B36 3

NSÍ 3

HB 1

KÍ 1

EB/Streymur 0

Skála 0

AB 0

ÍF 0

 

Annað umfar

Sunnudagin 17. mars

EB/Streymur - B36

Víkingur - KÍ

Skála - TB

HB - NSÍ

AB - ÍF