HANDILSVIRKSEMI
Tað er ikki á hvørjum degi, at fýra handlar lata upp í Runavíkarøkinum samstundis, men hetta hendi klokkan 10 í morgun, tá Lars Müller læt upp fyri handlunum, Skálki, Gelluni, Name It og Sportmaster í bygninginum í Saltangará, har Klement Petersen helt til áður.
Tað er Borg í Saltangará, sum eigur hendan bygningin, og Lars leigar niðaru hæddina til sítt nýggja og stóra handilsvirksemi í Saltangará.
Í hálvt annað ár hevur hann átt og rikið handilin Sportmaster í Saltangará, men nú hann letur tríggjar nýggjar handlar upp í økinum, hevur hann gjørt av at flyta Sportmaster undir somu lon, so allir fýra handlarnir nú eru undir einum og sama taki.
Lars Müller er kendur handilsmaður í Havn og hevur ikki færri enn sjey handlar í SMS.
Hann er 35 ára gamal og fekk sína læru sum sølumaður í Keypmannahavn.
- Vit fluttu niður til Danmarkar í 1991, og sum 16 ára gamal fór eg í læru sum ”salgsassistentur” í Keypmannahavn.
Lars sigur, at tey komu heimaftur úr Danmark í 1994, og síðan ár 2000 hevur hann verið sjálvstøðugur handilsmaður og hevur átt og rikið sítt egna handilsvirksemi.
Besta av øllum
Sosialurin var inni á gólvinum í nýggju handilshølunum fyri upplatingartíð í morgun.
Lars Müller sigur, at samlaða gólvvíddin, har hesir fýra handlarnir nú húsast í Saltangará, er einar 500 fermetrar tilsamans.
- Hvør handil sær liggur úr umleið 120 fermetrum upp í einar 150 fermetrar, soleiðis at samlaða víddin liggur um hesar 500 fermetrarnar.
Hann vísir á, at tá gólvvíddin í SMS, har handlarnir hjá honum húsast, er nógv størri enn í Saltangará, hevur hann valt at taka tað besta við sær heim í Eysturoynna.
- Eg havi roynt at velja eitt so gott úrval sum gjørligt, men fyri at fáa vissu fyri, hvat eysturoyingar og fólk í økinum vilja hava, mugu vit fyrst síggja, hvørjir málbólkarnir verða, og síðan verður vøruútboðið eisini tillagað hareftir.
Lars vísir á, at tað hevur gingið væl hjá Sportmaster, síðan hann læt handilin upp í økinum, og hann hevur góðar vónir um, at savnanin av fýra handlum undir somu lon fer at vísa seg at vera skilagóð.
- Hetta er ein rímiliga stór íløga, og eg hevði ikki gjørt hana, um eg ikki trúði, at Eysturoyggin og Runavíkarøkið er áhugavert. Eg havi góðar vónir um, at fólk fara taka væl ímóti nýggja handilshúsinum í økinum, sigur hann.
Ikki til fortreð
Teir fýra handlarnir hjá Lars Müller hava tilsamans eitt rættiliga stórt útboð av klæðum til bæði kvinnur og menn, gentur, dreingir og børn.
- Tú kanst næstan fáa tað, tú leitar eftir í onkrum av handlunum, sum vit nú hava í økinum.
Spurdur, hvat kappingarneytar í økinum siga til, at ein handilsmaður úr SMS nú fer undir so stórt handilsvirksemi í økinum, sigur Lars, at tað hevur hann onga meting av, men hann sigur seg hava skilt á lagnum, at fólk í økinum er spent eftir at síggja tað útboð, sum hesir fýra handlarnir hava.
- Eg ætli mær ikki at gera hinum handlunum í økinum fortreð, men vil verða við til at gera økið enn meiri áhugavert, soleiðis at enn fleiri viðskiftafólk leita higar at keypa, sigur hann.
Lars vísir á, at tá útboðið veksur, er eisini vanligt, at fólk í størri mun enn áður leita til økið at keypa.
- Eg vænti tískil, at nýggja virksemi fer at draga fleiri fólk higar, soleiðis at økið gerst meiri áhugavert fær fleiri viðskiftafólk, leggur hann aftrat.
Tað verða trý fólk, sum koma at arbeiða fulla tíð í nýggju handilshølunum, og síðan koma tvey hjálparfólk eftir skúlatíð.
- Eg vænti eisini, at vit við hesum kunnu skapa eitt nógv áhugaverdari og meiri spennandi handilsumhvørvi fyri okkara starvsfólk, sum ikki ganga einsamøll í handlinum. Nú verða fleiri fólk undir somu lon við ymiskum førleikum, og eg vænti, at hetta eisini verður mennandi fyri arbeiðsplássið og førleikarnar at veita okkara viðskiftafólkum bestu tænastu.
Lars ivast onga løtu í, at tað eisini fer at koma viðskiftafólkunum til góðar, at útboðið verður enn meiri fjølbroytt, samstundis sum førleikarnir í handlunum at veita bestu tænastu verða enn størri, enn teir hava verið.
- Jú, eg eri sera spentur upp á hesa verkætlan, og eg trúgvi, at vit fara at fóta okkum í Runavíkarøkinum – til gangs fyri handilsvirksemi, sum er her og fyri tey viðskiftafólk, sum fara at leita til økið, sigur Lars Müller.
Tað verða tær báðar, Byrgerð Kjærbæk og Sigbjørg Hansen, sum báðar búgva á Glyvrum, ið koma at standa fyri tí dagliga.
Ein lærlingur er eisini í handilsbygninginum. Tað er Rógvi Højgaard, sum býr í Saltangará.