Fýra fyrilestrar á skránni

FaroExpo heldur fram nú seinnapartin í Løkshøll, har fýra fyrilestrar eru á skránni.

Tað var borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen (myndin), sum setti hendan partin av ráðstevnuni klokkan 13.

Ráðstevnan hevur hesaferð heitið »Føroyar í oljuvinnuni«, og tað er Uni Arge, ið er orðstýrari, og hann presenteraði eisini teir fýra fyrilestrarhaldararnar.

Fyrsti fyrilesturin hevði heitið »Hvat kunnu Føroyar læra av royndum úr øðrum londum?«, og tað var Richard Vernon frá SLR Consulting Ireland ið helt hann.

Næstur á skránni er Bengt Eidem frá Norsk Olje og Gass«, sum fer at hugleiða um oljuvinnu og samfelagsbroytingar.

»Decommissoning – niðurtøka av oljupallum« er heiti á fyrilestri, sum Alex West frá Decom North Sea heldur, áðrenn tað verður ein lítil steðgur klokkan 14.45.

Eftir steðgin verður tað Jens Meinhard Rasmusen frá Skansi Offshore, sum fer at tosa umføroyingar í altjóða oljuvinnu.

Eftir hetta verður so høvi hjá luttakarunum at seta spurningar til teir fýra fyrilestrarhaldararnar.

Ráðstevnan endar við einum kjakpaneli undir heitinum »Oljuvinnan ein sólskinssøga?«, og í panelinum sita Jens Meinhard Rasmussen, Johan Dahl og Ben Arabo. Uni Arge stýrir kjakinum.

Ráðstevnan er sett at enda klokkan 16.45.