Florin Raducioiu, sum tá spældi við AC Milan, skeyt øll málini, tá Rumenia vann 4-0 á Svangaskarði fyri 15 árum síðani. Tveir aðrir rumenskir landsliðsspælarar hava skorað fýra mál í einum og sama dysti: Gheorghe Popescu úr Barcelona, tá ið Rumenia 29. mars 1997 vann 8-0 á heimavølli ímóti Liktinstein, og Gratian Sepi úr rumenska liðnum “U” Cluj, tá ið Rumenia á heimavølli í Bukarest 24. september 1933 vann 5-1 á Ungarn. Ein rumenskur spælari hevur skotið fimm mál í einum landsdystir. Tað gjørdi Rudolf Wetzer, tá Rumenia í 1930 vann 8-1 á Grikkalandi.