Hittast seinnapartin at tosa um nýggja samgongu
Formaðurin í Fólkaflokkinum heitir enn eina ferð á løgmann um at leggja frá sær
Beint eftir døgverða í dag fara formenninir í fýra flokkum at hittast til fundar at tosa um møguleikan fyri at skipa samgongu.
Talan er formenninar í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýri, sum allir sótu í andstøðu undanfarna valskeiði.
Men á løgtingsvalinum leygardagin fingu teir fýra flokkarnir 18 tinglimir og vunnu sostatt meirilutan.
– Í mínum hugaheimi var úrslitið av løgtingsvalinum púra greitt og tað er, at veljarin vrakaðu undanfarnu samgongu og vil hava andstøðuflokkarnar at skipa samgongu, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Og hann sigur, at hann heldur, at í so máta er støðan púra greið og sostatt er tað hetta, hann fer at virka fyri.
Men eftir stýriskipanini er tað løgmaður, sum hevur samráðingarrættin, men hann hevur boðað frá, at hann fór ikki at leggja frá sær, fyrr enn hann hevur kannað møguleikarnar fyri at skipa samgongu.
– Eg heiti enn eina ferð á løgmann um at virða úrslitið av løgtingsvalinum og at leggja frá sær, og at lata samráðingarrættin frá sær, sigur Jørgen Niclasen.
Ger løgmaður tað, verður tað Jørgen Niclasen, sum fær samráðingarrættin sum formaður fyri størsta flokki eftir løgtingsvalið.
– Og mítt boð er, at flokkarnir í undanfarnu andstøðu, skipa samgongu, tí vit vunnu valið, sigur hann.
Miðlahúsið verður á staðnum, og meira verður at frætta frá samráðingunum seinnpartin.