Hvør sum ein eru limirnir í Westlife ídnir at stuðla vælgerandi endamálum. Serliga hava teir stuðlað átøkum, sum eru til frama fyri børn, og eitt nú hava teir savnað pening fyri barnagrunnin hjá Nelson Mandela, Unicef og Children in Need. Seinasta átak teirra í so máta er teirra luttøka á Helping For Haiti-singluni, sum varð send á marknaðin tann 8. februar í ár.