Fýra favorittar í fjórðingsfinaluni

Løgmanssteypið: Grannauppgerð verður í Fuglafirði, har Víkingur verður gestur

Í annaðkvøld hittast KÍ og NSÍ í útsetta dystinum í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.

Í kvøld var í 3 – 2 ítróttarsendingini hjá Kringvarpinum drigið um, hvussu liðini skulu hittast í fjórðingsfinaluni.

Lutakastið lagaði tað soleiðis, at vinnarin av útsetta dystinum í Klaksvík skal spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur. 

Mett út frá støðutalvuni í landskappingini verður talan um favorittar - KÍ/NSÍ, HB, B36 og Víkingur.

Steypavinnararnir í HB skulu spæla á útivølli ímóti B71, og B36 skal eisini úr Gundadali. Árstalsfelagið skal spæla í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi.

Í Fløtugerði í Fuglafirði verður grannauppgerð millum ÍF og Víking.

Fjórðingsfinalurnar vera sunnudagin 30. mai.

 

B71 – HB

EB/Streymur – B36

ÍF – Víkingur

KÍ/NSÍ – 07 Vestur