Fýra fólk helst deyð í vanlukku í Grønlandi

Ein maður er funnin deyður, og trý fólk eru saknað

Hósdagin hendi syndarlig vanlukka í Diskovíkini í Grønlandi. Ein bátur við fimm fólkum fór at leka, og eftir lítlari løtu sakk báturin. Sermitsiaq skrivar, at motorurin datt av og gjørdi stórt hol í bátin.

Tað lukkaðist fólkunum at senda neyðarkall, og ein bátur, sum var staddur nærindis, kom til hjálpar. Eisini vóru siglandi og flúgvandi bjargingarfør send avstað at hjálpa. Báturin, sum var fyrstur á staðnum, bjargaði einari kvinnu. Ein maður var eisini funnin í sjónum, men hann var deyður.

Hósdagin, fríggjadagin og í dag hevur verið leitað eftir trimum saknaðum fólkum – einari kvinnu og tveimum monnum – í nánd av vanlukkuni, men eingin teirra er funnin. 

Myndugleikarnir rokna nú við, at tey trý fólkini eru deyð. Fólkini umborð á bátinum vóru øll í somu familju, og líkt er til, at fýra teirra doyðu og ein yvirlivdi syndarligur vanlukkuna.