Fýra fólk heiðrað fyri at hava arbeitt hjá SEV í 172 ár

 Hósdagin var hátíðardagur á SEV, har fýra starvsfólk vórðu heiðrað við »Hendes Majestæt Dronningens fortjenstmedalje i sølv« fyri trúgva tænastu. Tey hava øll arbeitt í yvir 40 ár hjá SEV, ein teirra í heili 48 ár, og øll eru tey enn í fulltíðarstarvi.

 

– Tað er vorðið sum álitisváttan hjá einum arbeiðplássi at fáa, at starvsfólk verða so gomul í garði sum hesi, var heilsanin, tey fingu frá SEV á samkomuni fyri teimum fýra starvsfólkunum hósdagin.

 

– Bina Miðberg, Martin Dam, Trygvi Samuelsen og Jákup Matras hava tilsamans verið í starvi  hjá SEV í 172 ár út í eitt. Tey hava verið vitni til ómetaliga stórar broytingar tey seinastu gott og væl 40 árini, og sjálvi siga tey fýra, at broytingarnar hava verið so nógvar og umfatandi, at illa ber til at samanbera arbeiðshátt og umstøðurnar nú og tá.

 

Bina Miðberg hevur verið í bókhaldinum hjá SEV í 48 ár. Hon byrjaði sum tannáringur á skrivstovuni í Vestmanna, sum seinni flutti til Havnar, og hevur arbeitt hjá SEV næstan alt sítt vaksna lív.

 

Trygvi Samuelsen hevur verið linjumaður hjá SEV í 42 ár. Ein av størstu mununum er, at nú ber til at eta jóladøgurðan í frið og náðum. Fyrr gingu høgtíðin, illveður og streymslit mangan hond í hond.  

 

Jákup Matras hevur verið linjumaður hjá SEV í 41 ár. Illveður merkti í mong ár yvirarbeiði fyri Jákup, ofta langt út á næturnar, tá ið klaki legðist á linjurnar og fólk mistu streymin. Soleiðis er ikki longur, nú er størsti parturin lagdur um til káplar og streymslitini eru øgiliga fá.

 

Martin Dam hevur arbeitt á verkinum á Sundi í 41 ár. Fyrr var ikki koyrandi inn á Sund, vit sigldu inn og búðu har eina viku í senn. Nú er ólíka høgligari, sigur hann.

 

Á samkomuni fingu tað tey skoðsmál, at tey dugnalig, álítandi, íðin, virkisfús og lætt av lyndi og høvdu áræði. SEV hevur ein fjølbroyttan starvsfólkahóp. Stjór spjaðing er í aldurssamansetingini og har er fólk, ið hava arbeitt á SEV í næstan 50 ár, og yngsti lærlingurin er 17 ár.