Fýra dystir eru í kvøld

Hondbóltur: Eitt nú verður endurtøka av FM-finaluni hjá monnum í fjør.

Annað umfar av landskappingini í hondbólti er á skránni í kvøld, og tilsamans verða fýra dystir spældir kring landið.


Í Hoyvík verður endurtøka av FM-finaluni hjá monnum í fjør, har H71 og VÍF hittast. Eisini hittast kvinnuliðini hjá hesum báðum feløgunum.


Hinir báðir dystirnir eru ímillum StÍF og Neistan – bæði hjá kvinnum og hjá monnum.


2. umfar í kvøld


Menn

H71 – VÍF kl.20.00

StÍF – Neistin kl.20.00


Kvinnur

H71 – VÍF kl.18.30

StÍF – Neistin kl.18.30