Fýra doyðu tá tónleikapallur rapaði

Í minsta lagi fýra fólk doyðu, tá ein tónleikapallur rapaði av illveðri mitt undir einari konsert í amerikanska statinum Indiana í nátt. Myndugleikarnir siga, at minst 40 fólk fingu skaða.

Umleið 12.000 fólk vóru komin at lurta eftir tónleikabólkinum Sugarland.

-Brádliga bleiv himmalin dimmur, toran fór at ganga, og alt í einum var stormur, sigur ein av konsertluttakarunum við BBC.

Sum skilst brotnaði pallurin, júst sum vaktarfólk vóru í ferð við

at fáa fólk burtur haðani. Sjónbandsupptøkur vísa, at fólk gjørdust frá sær sjálvum, tá pallurin rapaði.