Sosialurin skrivar leygardagin 3. mars 1990 um, at síðan Sosialurin flutti út á Argir fyri átta árum síðan, eru trý bløð komin afturat á Argjum. Fyri hálvum øðrum ári síðan flutti blaðið 14. September út á Argir, og í gjár kom fyrsta Dagblaðið út á Argjum. Fríu Føroyar hava verið á Argjum síðan blaðið fyri sjey árum síðan kom út fyrstu ferð.
Fríu Føroyar leigaðu í sama bygningi sum Sosialurin, Dagblaðið helt til í Albert Hall og 14. september heilt til við Reynsgøtu.
Í sambandi við at Sosialurin kemur nú skal koma út fimm ferðir um vikuna er eitt blaðfólk sett afturat . Tað er 22 ára gamli Sjúrður Skaale, sum er yngsta blaðfólk á Sosialinum.
Blaðið skrivar eisini at Útvarp Føroya fær nýggja bygnað eftir at Jógvan Jespersen hevur tikið við sum útvarpsstjóri.
Kelda: Sosialurin 3. mars 1990










