Tveir dystir verða í Atlantic Airways deildini í dag. Talan er um dystir, sum kunnu fáa stóran týdning fyri stríðið um annað plássið.
Í Kollafirði fær oddaliðið vitjan av Kyndli, sum er ein endurtøka av fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Her vann KÍF greitt, og skal Kyndil gera sær nakrar vónir um at vinna dystin, so mugu teir koma betri frá byrjan enn mikukvøldið.
Í Vestmanna skal VÍF reisa seg aftur, eftir fleiri minni góð úrslit í landskappingini. Mótstøðan er StÍF, sum er í einum góðum stima og ætlar sær somuleiðis í FM finaluna.
Atlantic Airways deildin:
Sunnudagin 13. jan
VÍF StÍF 16.00 (Beinleiðis á Rás2)
KÍF Kyndil 16.00 (Beinleiðis á Rás2)
H71 - Neistin 31-25 (Í gjár)