Fór út av í hálkuni

Hált hevur verið um dagarnar, og ymsastaðni eru bilar farnir út av vegnum

Hálka

Tá myndamaðurin hjá Sosialinum týsdagin kom koyrandi norður gjøgnum Hvalvíkina, lá ein lastbilur á liðini oman móti einum neysti við havnarlagið í Hvalvík.
Bilurin var gliðin oman av vegnum, men hevði ikki fingið stórvegis sksaða, skiltist á fólki á staðnum.
Av politistøðini í Havn varð sagt mikudagin, at har høvdu tey onga fráboðan fingið um nakað ferðsluóhapp i Hvalvík týsdagin.