Róðrarfelagið Neystið í Ishøj, Keypmannahavn, vil við hesum siga frá, at Færø-regatta?in í ár verður á hvítusunnu, leygardagin 10. juni 2000 í Strandparken, Ishøj Havn.
Regattain er staðið, har føroyingar hittast, og har tú møtir gomlum vinum, ið tú kanska ikki hevur sæð leingi, og har nýggj vinabond knýtast. Dámurin er sum á stevnunum í Føroyum, har fólk í øllum aldrum luttaka.
Sum nakað serligt í ár fara uml. 500 fimleikafólk frá DGI (Dansk Gymnastik- og Idrætsforbund) at sýna fimleikakynstur síni á stevnuni, og DGI fyriskipar eisini tiltøk, sum stevnufólkið kann luttaka í. Eitt nú verður talan um. square-dans við instruktøri, sandfótbólt, sandminton og sand-volleyball. Tey fara eisini at vísa fram fólkadans. Til tey smáu eru ?hoppupútur? o.a.
Umframt at ymsu føroysku róðrafeløgini luttaka, feløg úr øllum hinum norðanlondunum eisini boðað frá luttøku í norðanlandakappróðri.
Tað verða seldir lutaseðlar við nógvum góðum vinningum, t.d. ferðir til Føroya við bæði flogfarið og skipi.
Skráin fyri dagin:
Kl. 12.45: Skrúðgonga við luttøku av øllum rógvarum.
Kl. 13.00: Jóhannes (Hannes) Joensen, formaður Róðrarsamband Føroya, heldur røðu.
Kl. 14.00: Kappróðurin byrjar við luttøku av rógvarum frá øllum Norðurlondunum.
Fimleikarir frá DGI framvísa fimleik.
Tog-togan.
Kl. 20.00: Handan av heiðursmerkjum. Vinningar frá lutaseðlasøluni verða drignir.
Kl. 21.30: Western Blus spælir til dans.
Kl. 24.00: Felagssangur.
Western Blus spælir víðari til dans.
Kl. 09.00: Morgunmatur í Neystinum.
Undir allari regattaini verður seldur føroyskur og danskur matur og drykkivørur.
Við vón um góða undirtøku
Neystiðysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????