Rúni Djurhuus, eigarin av hummerlimousinuni, hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar til, at stóri og dýri bilurin hjá teimum í dag stendur í Gøtudali og hevur staðið har uttan plátur síðani sunnumorgunin.
Greitt er, at ein persónur ikki hevur loyvi at koyra í Føroyum við útlendskum plátum, og at tollviðurskiftini í hesum førinum ikki vóru avgreidd. Vit ringdu tí til Rúna Djurhuus og spurdu, um hann ikki var greiðir um, at reglurnar vóru soleiðis háttaðar, at teir ikki høvdu loyvi at koyra bilin.
– Nei, tað visti eg ikki, var hansara stutta svar.
Hann var sum heild ikki sinnaður at gera tær stóru viðmerkingarnar til málið, men segði tó, at stóri bilur teirra fær plátur í morgin.










