Fær lægstu lønina á landsliðnum

Hann hevur ikki fingið nógvar minuttir á landsliðnum seinastu dystirnar, men hann er framvegis partur av danska HM-hópinum, sum í gjárkvøldið tryggjaði sær pláss í semifinaluni móti Fraklandi.

 

Jóhan á Plógv slapp við í hópin, tá Hans Lindberg bleiv skaddur, og skoðsmálini hava verið góð.

 

Ekstrablaðið hevur hugt at lønarlistunum hjá donsku landsliðsspælarunum, og sambært danska blaðnum er hann lægst lønti spælarin í hópinum.

 

Ekstrablaðið skrivar, at lønin hjá Jóhan á Plógv í Bjerringbro-Silkeborg er 500.000 krónur um árið, áðrenn skatt.

 

Sáttmálin gongur út í 2021, men Jóhan á Plógv hevur kort síðani boða frá, at hann droymir um at sleppa longur út í heim at spæla. So er spurningurin, um hann ikki man fáa eina betri løn tá, nú hann er viðurkendur sum ein av bestu vongspælarunum í donskum hondbólti.