Fær hjálp á stovni

Ein ungur maður við ADHD og eini langari røð av lógarbrotum aftan fyri seg, fer alt næsta ár at vera á einum donskum stovni, ið skal hjálpa honum á rættkjøl

Ein 25 ára gamal maður, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan3. august, sleppur út aftur 3. desember. Tá verður hann royndarleyslatin.
Føroya rættur dømdi hann í heyst fýra mánaða fongsulsrevsing, men Eystari landsrættur herdi fríggjadagin dómin til seks mánaða fongsulsrevsing. Hetta var ein felagsdómur, tí tá ið maðurin varð handtikin í august, var hann royndarleyslatin og hevði 81 dagar eftir.
Tað kom fram í rættinum, at maðurin hevur fingið fleiri dómar hóast sin unga aldur.
Fyrsta dómin fekk hann sum 18 ára gamal, og tey fyrstu árini vóru lógarbrotini mest tjóvarí, harðskapur og rúsdrekkakoyring.
Í fjør fekk maðurin átta mánaða fongsulsrevsing, og hann varð royndarleyslatin í mai.

Hugtungur
Her skal nevnast, at fyri fýra árum síðan fekk maðurin staðfest sjúkuna ADHD, sum hann síðan hevur fingið heilivág fyri.Tá ið hann varð royndarleyslatin í mai, fór hann niður á ein stovn í Danmark, men tað gekk ikki long tíð, til hann var aftur í Føroyum. Stovnurin vísti hann burtur, tí hann hevði brotið rúsdrekkaforboðið.
Á ólavsøku breyt hann inn í læknamiðstøðina í Gundadali eftir heilivági. Hann breyt eisini inn hjá AA, men har var eingin heilivágur at finna.
1. august breyt hann inn á Landssjúkrahúsið eftir heilivági, og dagin eftir gjørdi hann tað sama.
Tá ið hann varð handtikin, játtaði hann beinanvegin altíð í grundlógarhoyrinum.
Í grundlógarhoyrinum segði hann, at hann hevði brotið inn fyri at fáa heilivág, tí hann ætlaði at taka lívið av sær. Allan vegin heim koyrdi hann heilivág í seg. Hann kom heim, sovnaði men vaknaði hann aftur.
Hann var farin aftur at leita eftir morfini, men fann einki.
Maðurin hevur ofta verið illa fyri sálarliga orsakað av sjúkuni ADHD, og tí hevur hann regluliga gingið til samtalur á Psykiatriska Deplinum.
Hesar tríggjar mánaðirnar hann hevur sitið, hevur hann ikki verið til slíkar samtalur, tí sálarfrøðingurin ikki hevur havt stundir at tosa við hann.
Heilivágin hevur hann tikið eftir forskriftunum.

Fer á stovn
Meðan hann hevur sitið, hevur Kriminalforsorgin leitað eftir onkrari hjálp til hansara. Kriminalforsorgin fann fram til ein hóskandi stovn í Danmark, og henda stovn tókti maðurin væl um, eftir at hava lisið um, hva stovnurin kann bjóða.
Fyri einum mánaði síðan søkti Kriminalforsorgin vegna henda unga mannin um játtan til uppihald á stovninum í eitt ár. Almannastovan svaraði ikki, men stutt fyri rættarfundin fríggjadagin boðaði Almannaráðið frá, at tí unga manninum var játtað uppihald á stovninum i eitt ár.
Hetta hevði tann ungi maðurin ikki kunnað goldið sjálvur, tí uppihaldið kostar 100.000 kronur um mánaðin, varð upplýst í rættinum.
Maðurin er fegin um hetta tilboðið. Hann segði í rættinum, at hann fyri langari tíð síðan hevur vent keðiligu vinum sínum bakið, og at hann fegin vil aftur á beint. Dreymur hansara er at fáa meira skúla og at sleppa í timburlæru.