Nú eftir Jól siti eg og lesi Færøernes land, meðan hina havi eg enn ikki fingið, eftir sum hon varð útseld beinavegin, helst man tað koma av at Føroya fólk, einans bleiv fóðrað við okkara egnu meiningum av ábyrgdini í bankamálinum.
Grundin at eg ynskti mær hesa bókina hjá Richard Mikkelsen var at eg saknaði eina greiða gjøgnumgongd, av hinari síðuni av banksakini, og er hann eftir mínum tykki, tann einasti, sum kundi greiða frá allari gongdini, í hesum ógvuliga stóra, og eftir míni metan einkla máli, at so ein bólkur av sakførarum og embætisfólki aftaná, fór ígongd við próvførslir, fyri at reinsa politiskar myndugleikar, var tað sum gjørdi, at málið gjørdist ein fløkja.
Vit fingu nakrar góðar subjektivar sjónvarpssendingar sæð við Føroyskum eygum, sum eftir mínum tykki settu fleiri spurningar, nú nøkur ár eru farin, hava vit fingið staðfest ábyrgd til Danmarkar, meðan eingin ábyrgd er staðfest, her heima.
Eg skrivi ikki hesar reglur fyri at leggja eftir nøkrum, men eg kann ikki annað enn undrast yvir, hvussu vit hava megna at sloppið okkara egnu ábyrgdarpersónum, so gott undan ábyrgd.
Haldi meg minnast trongdina hjá ávísum politikarum at reinsa seg sjálvar, við at blaku runu eftir Richard Mikkelsen, so tú fekst tað fatan, at hann var tann sum hevði ábyrgdina av at bankin fór av knóranum.
Um Richard Mikkelsen gjørdi nakað skeivt, tað veit eg av góðum grundum ikki, eftirsum eg sum sagt, enn ikki havi fingi fatur á bókini hjá honum, fyri at gerða mína egna niðurstøðu av hansara dispositiónum, í samband við Bankamálið.
Annars vil eg ynskja øllum mínum landsmonnum eitt gott nýggjár, og ynskja alt tað besta fyri okkara stolta fólki framyvir.








